* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Mikudagin í næstu viku leggur stóra norska oljufelagið, Equinor, fíggjarliga úrslitið fyri 2. ársfjórðing í ár fram. Roknað verður við nógv betri úrsliti enn 2. ársfjórðing í fjør.

                                                        

Longu nú, áðrenn úrslitið verður lagt fram, vænta greinarar eitt avlop upp á 1,76 milliardir dollarar 2. ársfjórðing, og tað eru umleið 16 milliardir norskar krónur – ella 11,25 milliardir danskar krónur. 20 greinarar hava verið við til at gjørt hesar greiningarnar.

 

2. ársfjórðing í fjør var avlopið hjá Equinor 646 milliónir dollarar.

 

Um greiningarnar halda, so verður úrslitið – hóast tað er nógv betri enn somu tíð í fjør, verri enn 1. ársfjórðing í ár. Greiningarnar vísa eisini, at úrslitið hevur verið gott á øllum økjum uttan seinastu nýíløgunum.

 

Tað er kortini í norskum øki, at úrslitið hjá Equinor hevur verið best hendan seinasta ársfjórðingin. Her var avlopið 4,1 milliard dollarar.

 

Kelda: e24