* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Equinor og Aker BP samráðast um milliardahandil

Sambært Dagens Næringsliv hava oljufeløgini, Aker BP og Equinor, ligið í samráðingum um ein milliardahandil, sum millum annað fer at gera Aker BP til stórpartaeigara í Lundin Petroleum.

 

Oljufeløgini Equinor og Aker BP, sum hevur Kjell Inga Røkke sum høvuðspartaeigara, hava eftir øllum at døma verið í tingingum um ein stóran milliardahandil.

          

Sambært Dagens Næringsliv hava tey bæði feløgini verið í sambandi við aktørar á fíggjarmarknaðinum við tí endamáli at gera ein stóran handil, sum verður í trimum pørtum. Millum annað skal Aker BP yvirtaka partin, sum Equinor eigur í Lundin Petroleum. Partapeningur, sum í dag hevur eitt virði uppá 18 milliardir norskar krónur (slakar 14 milliardir danskar krónur, red.), skrivar Dagens Næringsliv sambært Shippingwatch.

 

Haraftrat gongur handilin út uppá, at Equinor skal yvirtaka partin hjá Aker BP í útbyggingini “Noaka”, meðan fyrrverandi Statoil skal fáa eykagjald fyri við kontantavrokning.

 

Størsti partaeigarin í Lundin er íleggjarafelagið, Nemesia, sum Lundin-familjan eigur.

 

Øll feløgini eiga part í stóra Johan Sverdrup-leiðini. Har byrjar framleiðslan væntandi seinast í hesum árinum.

 

Kelda: Shippingwatch/Dagens Næringsliv