* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Við nýggjum risa íløgum í Brasilia vil Equinor, sum er fyrrverandi Statoil, vísa hvørji virði, felagið bæði sýnir sær sjálvum og Brasilia.

Equinor satsar 96 milliardir í Brasilia

Equinor sigur, at Brasila verður eitt nýtt kjarnuøki hjá felagnum, sum longu hevur nýtt 64 milliardir krónur, og skal nýta slakar 100 milliardir krónur aftrat í landinum.

 

46 ára gamlig oljurisin stríðist við at halda oljuframleiðsluni uppi á tí stigi, sum hann hevur hildið seinastu mongu árini. Tí finnur felagið sær nú nýggj kjarnuøkið at framleiða olju í.

 

Equinor hevur sett pening í stórar ætlanir í Tansania, Bay du Nord-ætlanina í Kanada, og síðani eru tað fundirnir í Carcará og BM-C-33 í Brasilia.

 

Í Brasilia fer felagið nú at gera íløgur fyri 15 milliónir dollarar aftrat teimum 10 milliónum dollarunum, felagið longu hevur sett í oljuvinnuna í Brasilia. Á tann hátt vil Equinor hækka talið á teimum 90.000 tunnunum, sum felagið framleiðir um dagin í dag.

 

“´Vit vilja vísa, hvussu vit arbeiða – bæði fyri at skapa Brasilia og Equinor nýggj virði,” sigur samtaksstjórin í Equinor, Anders Opedal.

 

Kelda: e24