* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Oljufelagið væntar avlop “væl yvir” tað, sum er vanligt í deildini, sum rekur handil við olju og gassi.

 

Equinor nýtir fíggjarligar sáttmálar/kontraktir, sonevndar “derivatkontraktir”, í handlinum við olju og gassi.

 

Slíkir sáttmálar kunnu bæði geva hall og avlop, tí bókaða virðið kann ávirkast av broytingum í marknaðarprísunum.

 

Handilin fer fram í marknaðarpartinum, nevndur MMP, og fríggjadagi,, tað er í dag, upplýsir Equinor, hvat úrslit, felagið væntar í 3. ársfjórðingi.

 

Oljufelagið væntar eitt avlop millum 200 og 500 norskar milliónir dollarar, nú felagið skal savna mett úrslit inn frá greinarum.

 

Sambært Equinor eru fíggjarligu amboðini nýtt til tess at stýra prís-ivaseminum í gass-sáttmálum, t.d. LNG-sølu.

 

LNG er flótandi, men niðurkølt gass, sum verður fermt sjóvegis.

 

Kelda: E24.no