* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Dánjal Jákup Meinertsson, formaður í Antares.

Er rættartrygdin í vanda av almennum stovnum?

Viðmerking:

Almennir stovnar og ráð eru til fyri at tæna landsins borgarum, landi og fólki at frama, og skulu arbeiða sambært landsins lógum. Tað eigur at vera reglan og vera hornasteinurin í neyðugum áliti millum borgarar og stovnarnar.

Men soleiðis er ikki altíð. Verri enn so. Ferð eftir ferð síggja vit at stovnar landsins leggja vertin í at tæna borgarum, men eygsýniliga hava sína egnu dagsskrá.

Til at tryggja at stovnarnir veruliga arbeiða sum teir skulu, hava vit eina kæruskipan, har borgarar ókeypis kunnu venda sær, um teir kenna seg órættvíst viðfarnar. Viðhvørt enda kærurnar við at stovnarnir fáa viðhald og tá býður ikki bøtur. Avgerðin verður smoygd niður um høvdi á hesum ólukku borgara og onki annað er at gera enn at geva seg undir. So mikið vald hava almennir stovnar.

Men hvat nú um ein borgari vinnur eina kæru? Gevur stovnurin seg so undir avgerðina og fær borgarin tá tey rættindi, sum rættarskipanin tilskilar honum? Nei, ikki altíð og verri enn so. Tí tá kunnu stovnarnir, púra ótarnaðir, drála og draga mál út í tað óendaliga, uttan at tað fær nakrar fylgir fyri teir.

Tak nú Heilsutrygd, til dømis. Í 2014 gjørdi Kærustovnurin av at føroyingar, ið eru sosialt tryggjaðir í øðrum norðurlandi og gjalda til sosialar skipanir har, ikki eisini skulu gjalda í Føroyum. Hetta er sambært føroysku stýrisskipanarlógini og norðurlendskum sáttmála, sum Føroyar eru partur av og eisini gera sær dælt av í øðrum samanhangum. Men nú byttan vendir hinvegin, er ikki so líka til.

Tí hóast Kærustovnurin hevur givið hesum borgarum viðhald og bæði Heilsutrygd og Heilsu- og Innlendismálaráðið, ið varar av Heilsutrygd, hava viðurkent avgerðina, hava tey enn ikki, nú tað gongur á fimta árið, tikið neyðug stig til at gera eftir avgerðini.

Umleið eitt ár eftir avgerðina setti Heilsutrygd eina lýsing í bløðini um at tey sum arbeiða í einum øðrum norðurlandi og eru sosialt tryggjaði har, kundu senda inn umsókn um frítøku, við neyðugum upplýsingum. Men enn hevur nærum ongin teirra, ið hava søkt, fingið nakað svar. Á Heilsutrygd er stongt og sløkt fyri hesum fólkum og Heilsumálaráðið er somuleiðis fari í svart.

Tað seinasta ið frættist haðani, var ein vegleiðing frá Løgmansskrivstovuni til Heilsu- og innlendismálaráðið um at føroyska lógin um Heilsutrygd skal haldast. Hetta hóast Stýrisskipanarlógin púra greitt staðfestir at um ein føroysk lóg gongur ímóti einum millumtjóða sáttmála, sum Føroyar eru partur av, er tað millumtjóða sáttmálin, sum er galdandi. Soleiðis hava allir okkara millumtjóða sáttmálar gildið í Føroyum og soleiðis hevur HIMR, við vælsignilsi frá Løgmansskrivstovuni, broti stýrisskipanarlógina í áravís.

Og soleiðis er rættartrygdin hjá hesum fólkum púra sett til viks av hesum stovni og hesum ráðum.

Nú er tað tíbetur so at hetta er ikki ein veikur bólkur. Hetta eru fólk ið halda saman, hava skipa seg í felag og hava førleikar og fíggjarliga orku til at stríðast móti óskilinum. Tí fyri tey flestu av hesum er tað ikki ein spurningur um pengar, men um prinsipp. Rætt skal vera rætt.

Men eg eri ikki eina løtu í iva um at onnur eru ikki so væl fyri. Tað er púra vist at onnur eisini eru fyri órætti í hesi løgnu skipan. Fólk, ið ikki hava somu førleikar og orku at stríðast, sum vit. Hjá teimum er helst onki annað at gera enn at geva seg undir órættin. Lata stovnarnir og ráðini trumla seg niður.

Hetta setir eisini spurningar við virðið av kæruskipanini. Tí tá ein avgerð er tikin, hevur kærustovnurin onki meira við hetta at gera. Um avgerðin verður fylgd ella ikki, er ikki teirra trupulleiki og kærustovnur hevur ongar heimildir til at noyða eina avgerð ígjøgnum.

Tað er eisini soleiðis at tá ein kærunevnd undir kærustovninum hevur givið einum borgara viðhald og almenni stovnurin ikki hevur nýtt sín møguleika til, innan 4 vikur freist, at fara í Føroya Rætt við málinum, er tað endaliga avgjørt. Ongi rættarlig stig eru tá eftir at taka. At almenni stovnurin ikki ger eftir avgerðini gerst onki við og borgarin fær tá onki gjørt. Hann stendur skák og mát. Sjálvandi kann man kæra til løgtingsins umboðsmann, men tað leggja stovnarnir onki í og tí hevur umboðsmaðurin ongan virkna. Fleiri dømi eru um at bæði Heilsutrygd og Heilsu- og innlendismálaráðið ikki øna Løgtingsins Umboðsmanni aftur, hóast fleiri áminningar og longdar tíðarfreistir.

Tað er eisini eitt sindur hugstoytt at hugsa sær at júst landsstýriskvinnan í Heilsu- og innlendismálum heldur so lítið um rættartrygdina. Tí tað eru ikki so nógv valskeið síðan hennara egni floksformaður ikki fekk latið munnin upp ella drigið ondina, uttan at rættartrygdin lá honum næst at hjartanum.

Nú stendur soleiðis til at rættartrygd borgaranna eigur ongan góðan í Heilsu- og innendismálaráðnum.

Tað nýggjasta í hesum er at nú eg kom heim, lógu nøkur brøv fyri mær. Frá løgtingsins umboðsmanni, ið boðar frá at nú Heilsutrygd hevur viðgjørt av nýggjum og eftirlíka mær, ger hon ikki meira við málið og frá Heilsutrygd, ið boðar frá at av síni frálíku góðsku og vælvild, vilja tey gjalda mær pengarnar aftur, um tey bert fáa eitt kontonummar.

Illanstíð at fáa tey nakað kontonummar frá mær. Tey hava longu fingið tað fleiri ferðir, gamaní. Men hetta hevur, sum sagt, ongantíð verið eitt stríð um pengar. Hetta er um prinsipp. Tí í brævinum framgongur týðiliga at tey eftirlíka mær og vilja gjalda mær, fram um øll onnur, fyri at fáa meg at halda meg kúrran og gevast at plága tey. Tað framgongur týðiliga at tey onga virðing hava fyri rættarskipanini, ið kæruskipanin er partur av, at teirra brot á stýriskipanarlógina í áravís ikki spælir nakran leiklut og fram um alt, øll hini, øll tey, sum eru fyri órætti í málsviðgerðum hjá Heislutrygd, mugu ígjøgnum somu áralongu máls- og kæruviðgerð sum eg.

So meðan eg havi fingið øllum eftirlíka, eftir áralangt stríð móti vindmyllunum í Innlendis- og heilsumálaráðnum, hava øll hini, sum eru í somu støðu sum eg, fingið noktandi svar og pantifútan á hálsin. Slíkum mismuni og órætti vil eg ikki standa fyri.

So nei, eg vil ikki hava hasar pengarnar, fyrr enn órætturin er rættaður hjá øllum hinum eisini.

Dánjal Jákup Meinertsson

Formaður í Antares