* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Á tekningini sæst, hvar nýggja siglingarveitin skal liggja.

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, sigur, at ein ætlan at gera eina siglingarveit fyri nógvar milliardir dollarar byrjar seinni í ár. Hetta skal vera ein eyka siglingarleið fram við størsta býnum í Turkalandi, Istanbul. Eitt alternativ til Bosporussundið. Ørvitisætlan, siga fleiri.

 

Tíggju ár eru liðin, síðan Erdogan fyrstu ferð nevndi “ørvitisætlanina”, og leygardagin boðaði hann so frá, at ætlanin verður sett í verk av álvara seinni í ár. Erdogan sigur, at vandin fyri samanstoytum og øðrum vanlukkum í smala Bosporussundinum er stórur, og millum annað tí er tørvur á einari eyka siglingarleið inn og út úr Svartahavinum.

 

Umdømið hjá Erdogan hevur ongantíð verið so vánaligt, sum tað er í løtuni, og tí kann hetta vera ein háttur at betra umdømið. Val verður í Turkalandi í 2023.

 

Nýggja siglingarveitin verður væntandi 45 kilometrar long, og túsundtals fólk fara at fáa arbeiði í sambandi við ætlanina. Erdogan væntar eisini, at fleiri nýggir býar koma at liggja fram við veitini.

 

Hesi 18 árini, Erdogan hevur sitið við valdið í Turkalandi, eru fleiri veldugar ætlanir framdar í undirstøðukervinum, sum hava kostað nógvar milliardir dollarar hvør, millum annað nýggi flogvøllurin í Istanbul, ein nýggj brúgv yvir Bosporussundið og fleiri stór sjúkrahús.

 

Kelda: gCaptain