
ES hóttir við at seta toll fyri 35 milliardir evrur á amerikanskar vørur
Um USA setur toll á evropiskar bilar og eykalutur,
er ES tilreiðar at svara aftur við tolli á amerikanskar vørur fyri 35
milliardir evrur. Fyrr hevur ES hótt við at leggja toll a fyri 20 milliardir
evrur.
ES er tilreiðar at
leggja toll á amerikanskar vørur fyri 261 milliardir krónur, um amerikanski
forsetin, Donald Trump, ger álvara av hóttanum sínum at seta toll á evropiskar
bilar og eykalutir.
Tað boðaði
Cecilia Malmstrøm, evropiskur handilskommisserur, frá týsdagin.
Hetta hendi, tá
Cecilia Malmstrøm endurtók, at ES fer at vísa einumhvørjum amerikanskum kravi
um at avmarka útflutningin av billutum til amerikanska marknaðin við teirri
grundgeving, at tað hóttir hationalu trygdina, skrivar Bloomberg News.
- Vit góðtaka
ikki, at handilin verður stýrdur, og um tað kemur til toll, noyðast vit at gera
ein lista fyri at fáa javnvág í: Hann er fyri tað mesta longu gjørdur, og hevur
eitt virði av 35 milliardum evrum, sigur Cecilia Malmstrøm.
Kelda:
Shippingwatch