* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
DFDS keypir eitt av størstu logistikkfeløgunum í Evropa.

ES-nevndin góðkendi í gjár, mánadagin, at DFDS yvirtekur HSF Logistics Group. HSF er ein av fremstu fyritøkunum í Evropa, sum veita kølilogistikk til kjøtframleiðarar og aðrar matvøruframleiðarar, ið reka hitastýrd veitingarlið.

 

Boðað varð frá keypinum 26. januar í ár, og handilin kostar DFDS 2,2 milliardir krónur. Við keypinum verður DFDS ein leiðandi køli- og logistikkveitari í Norðurevropa.

 

HSF Logistics Group rekur fýra vørumerki (brand), har HSF Logistics er teirra fremsta vørumerki í Hollandi, Týsklandi og Bretlandi. N&K Spedition og Skive Køletransport er teirra leiðandi vørumerki í Danmark og Skandinavia, sum stendur fyri umleið helvtini í hesum bólkinum.

 

Við keypinum verður samlaði umsetningur í logistikkdeildini hjá DFDS umleið 8 milliardir krónur, har umleið helvtin stavar frá kølilogistikki.

 

Í løtuni starvast umleið 1.800 fólk hjá HSF Logistics Group. Felagið eigur 700 lastbilar og 1.700 kølitreylarar.

 

Kelda: Maritimedanmark