* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

ES megnar ikki at loysa trupulleikarnar hjá fiskivinnuni

Danski journalisturin, Erik Høgh-Sørensen, leggur ikki fingrarnar ímillum í nýggju bók síni – “Mod vinden” – har ES fær av at vita frá honum. Hann hevur sjálvur verið tíðindamaður í Bruxelles í mong ár, og tað hevur givið honum eitt ávíst svartskygni um evnini hjá ES - og tað er eisini galdandi fyri fiskivinnupolitikkin.

- ES megnar ikki at loysa sínar egnu trupulleikar á fiskivinnuøkinum. ES er eitt ódugnaligt, bureaukratiskt apparat, sum kostar skattgjaldarunum dýrt, sigur royndi journalisturin m.a. í samrøðu við Kristeligt Dagblad í sambandi við bókaútgávu sína.

Erik Høgh-Sørensen er útbúgvin journalistur og starvaðist m.a. frá 1995 til 2009 hjá Ritzaus Bureau – harav fimm ár í Bruxelles frá 2004 til 2009. Tað er serliga hesi árini, hann hevur fingið íblástur til “Mod vinden”, ið kemur í bókabúðirnar stutt undan valinum til Evropa Tingið.

Danski journalisturin vísir eisini á, at mangt hevði sæð øðrvísi út hjá donsku fiskivinnuni, um ES annaðhvørt als onki hevði havt at sagt á økinum ella hevði virkað radikalt øðrvísi.

- Eg haldi tildømis, at danskir fiskimenn og harvið donsku fiskivinnusamfeløgini høvdu verið nógv betri fyri búskaparliga, enn tey eru. Vit høvdu heldur ikki havt sama orðaskifti um útjaðaradanmark, um ES ikki hevði havt alt vald yvir donskum sjógvi, sigur Erik Høgh-Sørensen við Kristeligt Dagblad.

Kelda: Dansk Fiskeritidende