* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

ES og bretar samdir um uppskot til framtíðar viðurskifti

Samráðingarfólk fyri Stórabretland og ES eru komin ásamt um eitt uppskot til politiska yvirlýsing um rammurnar fyri framtíðar viðurskiftum, eftir at bretar eru farnir úr ES.

Politiska yvirlýsingin inniheldur, saman við einari avtalu um at fara úr ES, hjúnarskilnaðarskjøl, sum ES-londini og Stórabretland skulu vera samd um, um sleppast skal undan, at Bretland rýkur út úr ES við einum braki eftir 29. mars í 2019.

Sunnudagin hittast ríkis- og stjórnarleiðararnir í teimum 28 ES-londunum í Brússell at fundast um brexit.

Á fundinum er ætlanin at góðkenna hjúnarskilnaðarskjølini. Eydnast tað, skal avtalan seinni samtykkjast í ES-tinginum og í bretska tinginum.

Í Bretlandi verður mótstøðan væntandi hørð, og í løtuni sær út til, at Theresa May valla fær meiriluta fyri avtaluni. Tað kann seta partarnar í eina rættiliga trupla støðu, tí tá eru bara nakrir fáir mánaðir til brexit.

Kelda: Shippingwatch