* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

ES hevur almannakungjørt eina nýggja veðurlagsætlan, sum millum annað hevur við sær kvotur fyri skipaferðsluna. Donsk Reiarí síggja ja-liga upp á veðurlagsútspælið hjá ES.

 

- Vit hava í spenningi bíðað eftir veðurlagsuppskotinum, Fit for 55. Tað er ein lógarpakki upp á meira enn 1800 síður, sum vit nú noyðast at nærlesa, so vit síggja, hvat hetta ítøkiliga merkir fyri skipaferðsluna. Í útgangsstøðinum sær hetta skilagott út, og vit halda, at lurtað hevur verið eftir okkum í vinnuni, sigur sjtórin fyri Heilsu, umhvørvi og sjóvinnugransking, Maria Skipper Schwenn.

 

- Um ES ber seg rætt at nú, kann útspælið nýtast at leggja trýst á alheims CO2-prísir í IMO, og sostatt vera við til at finna felags altjóða loysnir, heldur hon.

 

Sonevndi “Fit for 55-pakkin” inniheldur eisini brot sum FuelsEU, ið skal skumpa undir nýtsluna av grønari brennievnum.

 

Kelda: Maritimedanmark