* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

ES stórinnflytari av fiski

Tað er ES - og so øll hini. So einfalt kann tað sigast, tá hugt verður at, hvørjir marknaðir eru størstir, tá tað kemur til innflutning av fiski og fiskavørum. Á hesum øki er ES í einum bólki fyri seg við 24 prosentum av samlaða virðinum av fiskavørunum, ið verða seldar á hvørjum ári í heimshøpi.

Tað kemur fram í frágreiðingini ”The EU Fish Market 2014”, sum eisini veit at siga, at tað fyrst og fremst er villveiddur fiskur, ið verður seldur til ES. 75 prosent av fiskinum, ið verður seldur í ES, er veiddur til havs, meðan írestandi fjórðingurin kemur frá aling.

Í frágreiðingini stendur eisini, at ES nøktar umleið 45 prosent av nýtslu síni av fiski. Tað vil við øðrum orðum siga, at innflutningurin svarar til meira enn helmingin av fiskinum og fiskavørunum, ið ES-borgarar eta um árið.


Kelda: Dansk Fiskeritidende