* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Grafisk mynd av opnum skrubbara umborð á skipi.

ES stúrir fyri opnum skrubbarum

Tørvur er á meira gransking í, um vaskivatnið frá opnum skrubbarum kann verða ein trupulleiki fyri havumhvørvið.

 

Tað er Lloyds List, sum hevur tíðindini frá ES-kommisjónini, eftir at Felagið fyri skrubbarafjepparar, Clean Shipping Alliance 2020, hevur átalað kommisjónina fyri at skapa óneyðuna stúran við einum uppskoti til IMO um at fáa samsvar í reglurnar fyri, hvar og nær, skrubbarar kunnu nýtast.

 

Eitt umboð fyri ES-kommisjónina, sum ynskir at vera dulnevnt, sigur við Lloyds List, at kommisjónin umhugsar, hvat frægast er at gera við møguliga trupulleikan, og um frægast er at gera felags reglur bæði fyri ES og á altjóða stigi.

 

- Vit meta, at hetta evnið krevur rætta viðgerð á IMO-stigi, sigur umboðið við Lloyds List.

 

Søfart vísir á, at reiðaríið fyri reikferðaskip, Carnival, júst hevur almannakunngjørt eina kanning, sum vísir, at vaskivatn við svávulinnihaldi frá opnum skrubbarum ikki er nakar trupulleiki.

 

Kelda: Søfart