* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

ES undantikið frá amerikanska tollinum á stáli og aluminium

ES og seks onnur lond verða fyribils undantikin frá tolli á stáli og aluminium, sum Donald Trump ætlar at seta í verk.

Tað upplýsingar handilssamráðingarmaðurin Robert Lighthizer.

Hann hevur sagt við eina nevnd í Senatinum, at Trump hevur biðið um ein "steðg" fyri tollgjøldunum, meðan tingast verður um aðrar loysnir.

Umframt ES verða Argentina, Avstralia, Brasilia, Kanada, Meksiko og Suðurkorea undantikin frá tollinum á 25 prosent á stáli og 10 prosent á aluminium.

Kelda: shippingwatch.dk