* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 
Høvuðsstøðin hjá evropeiska miðbankanum í Frankfurt kann koma at stjórna gjaldoyrapolitikkinum í meira enn teimum 19 londunum, sum hann fevnir um í dag.

ES-leki: Danska og svenska krónan noyðast at dvína fyri evruni

Stendur tað til ES-nevndina, hvørva bæði danska og svenska krónan um fá ár, skrivar Frankfurter Allgemeine Zeitung.

Øll tey 27 limalondini, ið verða eftir, tá Bretland hevur framt sítt Brexit, skulu hava evruna sum gjaldoyra innan 2025.

Tað ætlar ES-nevndin at samtykkja sambært skjølum frá einum fundi í Strasbourg í síðstu viku, sum týska blaðið hevur fingið hendur á.

Fundurin varð hildin undan fundinum hjá ES-nevndinum um framtíðina hjá evruni 31. mai. Luttakarar vóru sambært Frankfurter Allgemeine Zeitung ES-fíggjarkommisserurin, Pierre Moscovici, ES-kommisserurin Valdis Dombrovskis og fleiri ES-parlamentspolitikarar.

Nevndin vil hava, at ES-tingið skal hava eftirlit við gjaldoyranum ístaðin fyri núverandi afturlatnu fundirnir, har fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum luttaka.

Sostatt kunnu fleiri gjaldoyru hvørva, teirra millum krónan í Danmark og Svøríki. Ynskið er at skipa eina egnu evrufíggjarlóg, sum eisini ber í sær egnar skattir. Skattainntøkurnar skulu brúkast til felags íløgur í evrulondunum.

ES-londini, sum í dag standa uttanfyri evruna, eru Svøríki, Danmark, Pólland, Kekkia, Bulgaria, Ungarn og Rumenia.

Sambært svensku sjónvarpsstøðini SVT lýkur Svøríki krøvini at verða limur í evruni, men landið hevur valt at standa uttanfyri gjaldoyrasamstarvið eftir eina fólkaatkvøðu í 2003, har 55,9 prosent søgdu nei til evruna.

Kelda: nrk.no