* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

ES-ráðharrar stuðla IMO

Flutningsmálaráðharrarnir í ES taka fult undir við evropeisku sjóvinnuni. Tað kom fram á fundi í ráðharraráðnum hjá ES í síðstu viku, har flutningsmálaráðharrarnir samtyktu raðfestingarnar fyri samlaða maritima flutningspolitikkin hjá ES hetta til 2020.

”Vit eru sera fegin um góða stuðulin frá flutningsmálaráðharrunum til arbeiðið hjá IMO at fáa vakstrarhúsútlátini hjá sjóferðsluna niður", sigur stjórin á deildini hjá danska reiðarafelagnum í Bruxlles, Casper Andersen.

Danska reiðarafelagið Danske Rederier gongur á odda í at fáa eina alheims avtalu í lag við ítøkiligum málum.

"Vit halda, at kravið hjá Evropa-tinginum um, at kvotuhandilsskipanin hjá ES eisini skal fevna um sjóferðsluna, er ein óskynsamur framferðarháttur, ið fer at bera í sær meiri pappírsveldi og færri skerjingar, enn ein alheims avtala," sigur Casper Andersen.

Flutningsmálaráðharrarnir í ES eru samdir við IMO um, at tildømis veðurlagsbroytingar og umhvørvisvernd krevja alheims loysnir. Ráðharrarnir taka eisini undir við ítøkiligu dagsskránni hjá IMO, ið hevur til endamáls at skerja CO2-útlátini hjá sjóferðsluni á vári 2018. 

”Vónandi verður næsta stigið, at nevndin setur ferð á eina nýggja, samlaða ES-strategi fyri maritima økið at avloysa ta núverandi, sum gongur út næsta ár,” sigur Casper Andersen.

Kelda: maritimedanmark.dk