* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Estiska ferðafólkaskipið, Estonia.

Estonia: Krevja nýggja kanning

Ferðafólk, sum komu frá Estonia-vanlukkuni í 1994 á lívi – og familjur teirra, royna nú at fáa sett í verk eina nýggja kanning av vanlukkuni. Talan var um størstu og álvarsligastu skipsvanlukkuna í friðartíð í Eystursjónum. Ikki færri enn 852 av teimum 989, sum vóru við, sjólótust.

 

Stjórnin í Estlandi sigur, at hon fer at seta ein arbeiðsbólk, sum skal gera av, hvat næsta stigið skal vera, eftir at fleiri teirra, sum komu frá vanlukkuni á lívi, og familjur hjá teimum, sum yvirlivdu – og hjá teimum, sum sjólótust, hava vent sær til stjórnina. Tey krevja, at ein nýggj kanning verður sett í verk.

 

“Familjur til tey, sum fórust í vanlukku, hava biðið um fleiri kanningar, og áðrenn vit kunnu geva teimum eitt haldgott svar, vilja vit hava serfrøðingar at meta um eina slíka kanning,” sigur estiska stjórnin í einum boðum.

 

Arbeiðsbólkurin, sum hevur fleiri limir, sum í dag eru framstandandi ráðharrar í Estlandi, er settur í kjalarvørrinum av eini avgerð í rættinum í Talinn í oktober 2019, sum kravdi estisku stjórnina at svara uppá umbøn frá svenskum ríkisborgarum um at byrja eina umsitingarliga tilgongd fyri síðani at fara undir eina nýggja kanning av álvarsligu skipsvanlukkuni.

 

Kelda: World Maritime News