* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Esvagt fær norskan sáttmála

Norwegian Electric Systems (NES) hevur gjørt sáttmála við Havyard Design & Solutions um eina fullfíggjaða diesel el-skipan til nýggja skipið hjá Esvagt, eitt HD 831 Service Operations Ship. Esvagt skipið skal arbeiða upp á sáttmála fyri MHI Vestas í havmyllulundini Deutsche Bucht.

”Nú vit hava undirskrivað átta skipanarveitingar til Esvagt, vísir tað seg, at Esvagt er ein sera týdningarmikil kundi hjá NES. Hetta merkir eisini, at vit eru kappingarførir ikki bert á okkara vanliga marknaðarøki, men eisini á nýggjum, "sigur Tor Leif Mongstad, stjóri í NES.

Skipið skal byggjast á Astilleros Zamakona Santurzi skipasmiðjuni í Spania og latast Esvagt í august 2019. Hini sjey skipini av sama slag verða bygd á somu sponsku skipasmiðju umframt hjá ASL Shipyard í Singapore og Cemre Shipyard í Turkalandi.

Kelda: Norwegian Electric Systems