* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Esvagt Froude.

Innsavnan og nýtsla av stórum mongdum av data, sum eitt nútímans talgilt skip skapar, gevur betri skipsdagbøkur og meira tíð til rasktur hjá Esvagt.

 

Royndirnar at sameina talgilda datainnsavnan í gerandisarbeiðnum við SOV-skipinum, Esvagt Froude, eru so góðar, at loysnin nú verður sameind (integrerað) í fleiri onnur skip hjá felagnum.

 

Tað skrivar Esvagt í einum tíðindaskrivi.

 

- Tað er ein long røð av kenslunervum umborð á einum skipi, og upplýsingar hiðani verða nýttir sum grundarlag fyri at fáa raksturin virknari og meira nútímans. Tað eru hesar møguleikarnar, vit nýta at gera raksturin virknari, sigur Mikkel Damgaard Pedersen, IT Solutions Architect hjá Esvagt.

 

Nógv manuelt skrásetingararbeiði umborð kann talgildast, eins og partur av greiningararbeiðnum kann byggja á data-upplýsingar.

 

- Møguleikarnir eru nógvir á fleiri økjum. Tað er effektivisering, sum sparir tíð, og sum betrar góðskuna á tí, sum verður ført í skipsdagbókina. Tað vera færri feilir, tá tú nýtir verandi data í staðin fyri at skriva inn manuelt, sigur Mikkel Damgaard Pedersen.

 

Kelda: Søfart