* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Esvagt gjørt sáttmála við Dong Energy

Frálandsreiðaríið Esvagt hevur vunnið ein sáttmála við orkufelagið Dong Energy, skjótt Ørsted, í sambandi við vindlundina Hornsea 1 í bretska partinum av Norðsjónum. Esvagt hevur nú 14 skip við sáttmála í Bretlandi.

Sáttmálin er galdandi fyri skipið Esvagt Castor. Tað skal vera standby- og bjargingarskip.

Hornsea 1 er framvegis undir bygging. Lundin verður væntandi tann fyrsta, sum fer upp um 1.200 mW, upplýsir Esvagt í eini fráboðan.

Í 2020 verður roknað við, at vindlundin kann veita CO2-neutrala orku til 850.000 húsarhald.

Kelda: shippingwatch.dk