* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Esvagt tørvar manning, og reiðaríið vónar at fáa umsóknir frá føroyingum.

Esvagt hevur tørv á manning

Frálandsskipið, Esvagt Contender, hevur ligið á Havnini, har næmingar á Vinnuháskúlanum høvdu møguleika at vitja umborð. Hjá Esvagt vóna tey at fáa føroyingar at søkja við skipum hjá reiðarínum.

 

Nú er vent í holuni hjá danska frálandsreiðarínum, Esvagt. Felagið hevur havt tólv skip liggjandi við bryggju í longri tíð, men nú eru øll skipinini hjá felagnum aftur í arbeiði. Og tað krevur manning.

 

Skiparin á Esvagt Contender, Jóannes Hansen, vónar, at reiðaríið fær einar 10-15 umsóknir frá føroyingum, sigur hann við Kringvarp Føroya.

 

- Esvagt hevur havt skip liggjandi ómannaði, men nú er gongdin vend, og so manglar fólk. Vøksturin í enskum øki er eisini nógv vaksin, og har eru tólv mans við skipunum, meðan tað bara eru sjey mans við skipum í donskum og norskum øki. Tað skapar eisini stóran tørv á fólki, sigur skiparin á Esvagt Contender, Jóannes Hansen.

 

Kelda: Esvagt og Kringvarp Føroya