
Esvagt í nýtt bretskt samstarv
Esvagt er farið í samstarv við bretska felagið Well Safe. Fram til juni skal Esvagt Castor fylgja Well-Safe Guardian-pallinum í enska partinum.
Well-Safe er millum tey fyrstu, sum leggja seg 100 prosent á marknaðin fyri dekommissionering, tað er burturbeining av og og upprudding eftir arbeiði, sum er gjørt á ymsum bori- og oljupallum.
- Felagið hevur tveir pallar, sum eru rættaðir væl og virðiliga til júst hetta arbeiðið - trygt og effektivt. Sambærtt Well-Safe eru tað umleið 4.000 brunnhøvd bara í enskum øki, og hetta er rættiliga áhugavert fyri Esvagt, sigur Jens Bagger, Head of Chartering í Esvagt.
Tá eitt felag er liðugt at framleiða olju- og gass í Norðsjónum, skal havbotnurin fáast aftur í upprunaligan stand, millum annað fyri at sleppa undan, at trol fara eftir botninum og raka brunnhøvd, sum aftur kann enda við oljuleka.
Wood Mackenzie metti í 2020, at uppruddingin bara í bretska partinum av Norðsjónum næstu 30-40 árini hevur eitt marknaðarvirði upp á 17 milliardir pund ella 150 milliardir krónur.
Kelda: Maritimedanmark