* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Esvagt nú triðstørst í Bretlandi

Esvagt hevur í dag 14 skip í bretska partinum av Norðsjónum. Tað ger reiðaríið til triðstørsta sjálvstøðuga operatørin á bretska marknaðinum. Nærum triðja hvørt skip hjá Esvagt arbeiðir í dag í bretska partinum av Norðsjónum.

”Eitt málrættað arbeiði liggur aftanfyri stóru hjáveruna hjá Esvagt á bretska marknaðinum og stuðlar upp undir ætlan okkara at styrkja um støðu okkara í UK”, sigur Søren Karas, Chief Commercial Officer hjá Esvagt. 

UK er heimsins størsti standby-marknaður og sera týdningarmikil fyri Esvagt, sum eftir eina trilvandi byrjan nú hevur 14 skip har, eina skrivstovu í Aberdeen og vónir um framhaldandi vøkstur.

Seinast hevur ESVAGT tryggjað ’Esvagt Cobra’ sáttmála við Petrofac Facilities Management Limited á Kittiwake-økinum á bretska landgrunninum. Sáttmálin er galdandi frá hálvum oktober og tvey ár fram við møguleika fyri eini leinging upp á eitt ár aftrat.  

Kelda: Esvagt