* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Esvagt tryggjar sær sáttmála í bretskum øki

Esvagt hevur gjørt ein nýggjan tveyára sáttmála við oljutænastufelagið Petrofac Facilities Management í bretska partinum av Norðsjónum.

Skipið Esvagt Cobra skal arbeiða í sokallaða Kittiwake-økinum frá nú av og í minst tvey ár fram. Í avtaluni er innbygdur ein møguleiki fyri at leingja sáttmálan í fleiri ár.

Avtalan styrkir hjáveruna hjá Esvagt í oljuframleiðsluni á bretska marknaðinum, sigur Jens Bagger, chartering manager í Esvagt, í eini fráboðan frá felagnum.

"Vit eru væl umboðað í Bretlandi, men vit vilja økja hjáveru okkara á framleiðslumarknaðinum, og Esvagt hevur gjøgnum árini bygt upp sterk bond við Petrofac," sigur Jens Bagger.

Kittiwake-økið liggur uml. 240 kilometrar í ein landnyrðing úr Aberdeen. Esvagt Cobra skal standa fyri ymsum standby-uppgávum fyri Petrofac.

Kelda: shippingwatch.dk