* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Esvagt væntar vøkstur í 2018

Økt virksemi er á veg í fyrra hálvári av 2018, og Esvagt er til reiðar at gannýta nýggju møguleikarnar. “Vit vænta, at 2018 verður betri enn 2017. Marknaðurin er klárur til eina framgongd,” sigur vinnustjórin í Esvagt, Søren Karas.

Eftir fleiri ár, har kjarnuvirksemið hevur verið undir støðugum trýsti, eru útlitini fyri 2018 munandi betri við færri svørtum skýggjum í havsbrúnni. Teir meiri støðugu oljuprísirnir hava positiva ávirkan á virksemið á bæði norska og bretska marknaðinum og Esvagt er til reiðar at taka ímóti nýggju møguleikunum, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

“Vit eru væl fyrireikað. Vit hava víst ansni í rættari tíð undir kreppuni, har felagið er trimmað og tillagað. Samstundis hava vit vunnið marknaðarlut hóast truplu marknaðarviðurskiftini. Hetta setur okkum í eina góða støðu til at taka okkara part av framgongdini, ið er á veg,” sigur Søren Karas.

Hann leggur aftrat, at marknaðurin er broyttur í mun til fyrr, tá ofta langir sáttmálar vórðu gjørdir. 

“Nú ynskja nógvir av kundum okkara øktan fleksibilitet vegna ótryggleikan á marknaðinum. Tað merkir, at vit av og á noyðast at arbeiða undir næstan spott-marknaðarligum treytum við stórum sveiggjum. Vit mugu vera smidlig, taka skjótar avgerðir og vera klár til broytingar,” sigur Søren Karas.

Kelda: maritimedanmark.dk