* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Esvagt brynjar seg út til harða kapping á olju- og gassmarknaðinum.

Esvagt væntar vøkstur í vindvinnuni og trýst á olju og gass

Sambært tíðindaskrivi frá Esvagt væntar felagið vøkstur í frálands-vindmarknaðinum og harða kapping um sáttmálarnar á marknaðinum fyri frálandsvinnuna, tá tað kemur til olju og gass komandi árini. Tað sæst eisini aftur í framtíðarætlanunum hjá Esvagt.

 

- Vit síggja framhaldandi vøkstur í frálands vindmarknaðin, har vit hava góðan møguleika at víðka virksemið bæði á verandi og komandi marknaðum. Vit hava serkunnleikan, sum marknaðurin vil hava og spyr eftir. Samstundis kunnu vit vænta harða kapping um sáttmálarnar í olju- og gassvinnuni, tí har er yvirkapasitetur í løtuni. Tað fer eisini at eyðkenna menningina komandi árini, sigur forstjórin í Esvagt, Peter Lytzen.

 

Hann sigur, at felagið sær eina menning í Norðuramerika við góðum møguleikum fyri feløg við serkunnleika og serútgerð, sum júst Esvagt hevur. Service Operation Vessels-flotin hjá Esvagt fer eisini at vera víðkaður til arbeiði í Norðsjónum og í Eystursjónum.

 

Kelda: Esvagt og Maritime Danmark