* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Esvagt yvirskot hóast afturgongd í olju- og gassvinnuni

Esvagt A/S hevði eitt yvirskot upp á 155 miljónir krónur í 2016 ímóti einum yvirskoti upp á 192 miljónir árið fyri. Umsetningurin fall til 960 miljónir krónur úr 1.002 miljónum í 2015. Fallið í umsetningi og yvirskoti kemst av afturgongdini í olju- og gassvinnuni, sum rakti frálandsmarknaðin í 2016.

Yvirskotið hjá Esvagt er úrslit av einum strongum fokusi á útreiðslur og optimering av virkseminum. Útreiðslurnar verða framvegis í fokus hjá Esvagt i 2017.

Umsetningurin frá havmyllumarknaðinum vaks úr 128 miljónir krónum í 2015 til 181 miljónir krónur í samsvari við málið hjá Esvagt um at økja raksturin á hesum marknaðinum.

Í 2016 yvirtók Esvagt eitt nýtt skip, Esvagt Njord, sum er eitt Service Operation Ship (SOV) til frálands vindídnaðin. Sostatt er flotin hjá Esvagt nú komin upp á 42 skip. Eitt skip aftrat er á veg í 2017, ein SOV til MHI Vestas Offshore Wind, og tvey onnur skip í 2018.

”Vit rokna við, at 2017 verður merkt av einum framhaldandi lágum virksemi sum avleiðing av lágum oljuprísum. Vit mugu tí fyrireika okkum til eitt lægri støði í virkseminum enn í 2016. Yvirskot okkara verður helst eisini minni, men væntandi kemur vend í í 2018. Vit eru nøgd við framstig okkara á frálands vindmarknaðinum og vænta upp aftur størri vøkstur á hesum økinum”, sigur Søren Nørgaard Thomsen, stjóri í Esvagt, við høvuðsstøð í Esbjerg.

3i Infrastruktur og AMP Capital eiga Esvagt A/S. Reiðaríið hevur umleið 900 fulltíðarsett fólk í starvi.

Kelda: Esvagt A/S