* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

EU NAVFOR váttar sjórænaraálop út fyri Somalia

Sjórænarar lupu á tvey fiskiskip í Indiskahavinum í somaliskum sjógvi í farnu viku. Hetta seinasta álopið undirstrikar, at hóttanin frá sjórænarum framvegis er til staðar í økinum.

 

Tað eydnaðist ikki sjórænarunum at fáa nakað burturúr álopunum, tí manningin á fiskiskipunum hevði tryggjað seg so mikið væl við sonevnda “Best Management Practices-háttinum” (BMP). EU NAVFOR, sum er sjórænara-eftirlitsstovnurin hjá ES, metir, at álopini á fiskiskipini vóru orkestreraði frá einum móðurskipi.

 

Herfólk av einum herskipi hjá EU NAVFOR lupu á móðurskipið, handtóku manningina og løgdu hald á vápn. Síðan vórðu njósningarflogfør send inn í økið.

 

Flaggskipið hjá EU NAVFOR, ESPS Navarra, fór eisini úr havnini í Mombasa við kós móti sama økinum.

 

Eftir hesi seinastu álopini hevur EU NAVFOR sent út áminning til skip í økinum um at halda BM-ásetingarnar, sum snúgva seg um at maksimera trygdina fyri bæði manningar og skip, meðan tey sigla í økinum.

 

Kelda: gCaptain