* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Eugen Maersk noyddist at kasta akker av trygdarávum

Bingjuskipið Eugen Maersk noyddist at kasta akker í eini neyðstøðu, meðan skipið var á veg úr Hamburg niður gjøgnum Elben leygarmorgunin, tá skipið fekk meknaiskar trupulleikar. Sleipibátar vórðu boðsendir, men hjálpin vísti seg tíbetur ikki at vera neyðug.

Ferðslan hjá teimum meira enn 120 metrar longu skipunum á ánni varð tó fyribils avlýst. Eugen Maersk fekk loyst trupulleikan og kundi seinni halda fram leið sína. Sambært AIS data hendi óhappið í Stader-umráðnum og tað tók tríggjar tímar, áðrenn skipið kundi taka siglfingina upp aftur. 

Eugen Maersk, við einum kapasiteti upp á 11.000 TEU, kom til næstu havn, Antwerpen, tíðliga sunnumorgunin.

Kelda: Hamburger Abendblatt/maritimedanmark.dk