* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ever Given hevur nú kós móti Amsterdam í Hollandi.

Í gjár, mánadagin, slapp risastóra bingjuskipið, Ever Given, endiliga úr Port Said í Egyptalandi.

 

Seinastu fimm dagarnar hevur Ever Given verið í havnini í Port Said, har neyvar kanningar eru gjørdar at tryggja, at skipið er fullført fyri at sigla. Hugt hevur eisini verið at, hvør orsøkin mundi vera til, at skipið brádliga legði seg tvørs fyri í Suezveitini, og á tann hátt forðaði allari skipaferðslu í 6 dagar.

 

20.388 teu stóra skipið, sum Shoei Kisen eigur, var heimsins kendasta skip teir seks dagarnar í mars, tá tað typti Suezveitina. Síðan hava egyptiskir myndugleikarl hildið tí aftur, og sakførarar hjá reiðarínum hava stríðst í fleiri mánaðir við Suez-myndugleikarnar um støddina á endurgjaldinum.

 

Ein avtala varð undirskrivað í farnu viku, tá skipið fekk loyvið at sigla til Port Said at kannast.

 

Tað eru Evergreen og ein partur av Ocean Alliance, sum reka skipið, og tað kemur væntandi til  Rotterdam í Hollandi um átta dagar. Eftir tað fer skipið víðari til aðrar havnir í Evropa. Umborð eru 18.300 bingjur, sum altso skuldu verið avskipaðar fyri trimum mánaðum síðan.

 

Kelda: Søfart



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=VXjQbIvajoc]
Video vísir gongdina við Suezveitini.