* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ever Given fekk álvarsligari skaða, tá tað rendi á land í Suezveitini fyrr í ár, enn higartil hildið.

At risastóra bingjuskipið, Ever Given, sigldi á land í Suezveitini fyrr í ár, hevur tikið harðari upp á skipið, enn hildið. American Bureau of Shipping, sum kannaði bingjuskipið, áðrenn tað fór úr egyptiskum sjóøki, metir tað bara vera partvís sjódygt.

 

American Bureau of Shipping gevur bert Ever Given loyvi at sigla til Rotterdam við niðursettari ferð, og skipið fær ikki loyvi at sigla víðari til Hamburg, sum bara letur seg gera umvegis ein smalan geira í Elben.

 

Maritimedanmark hevur fyrr umrøtt, at Ever Given breyt ferðina av, stutt eftir at tað var farið úr egyptiskum sjógvi – tað var júst komið í Miðjarðarhavið, og legði stilt eystan fyri Sicilia. Har lá skipið og rak við vindinum við uppsteðgaðum motori.

 

Einki er likið út um, hvørjar skaðar, Ever Given hevur fingið, og nær og hvar tað fer á skipasmiðju at umvæla skaðarnar.

 

Kelda: Maritimedanmark