* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Ever Given á veg út út Suezveitini.

Eftir at hava siglt í umleið seks tímar, kom Ever Given mikudagin út úr Suezveitini og liggur nú út fyri Port Said við sjálva innsiglingina til veitina, har skrokkurin verður kannaður, áðrenn ferðin verður tikin uppaftur.

 

Áðrenn skipið varð latið leyst, varð ein partur av avtaluni undirskrivað, har Shoei Kisen, sum eigur Ever Given, eftir øllum at døma skuldi rósa Suez-myndugleikunum.

 

Eigarin hevur saman við tryggingarfelag sínum tingast við myndugleikarnar í Suezveitini um støddina á endurgjaldinum fyri at fáa skipið leyst. Ógreitt er, hvussu nógv er goldið, men at døma eftir krøvunum, sum eru komin fram alment, man upphæddin liggja omanfyri 200 milliónir dollarar.

 

Og eftir øllum at døma var tað altso eisini eitt krav frá Suez-myndugleikunum, at eitt umboð fyri Shoei Kisen skuldi rósa myndugleikunum og tosa um góða sambandið, sum enntá var batnað gjøgnum tingingarnar...

 

Soleiðis kann tað í hvussu er skiljast, tá tú sær sjónbandabrotið niðanfyri.

 

Kelda: Maritimedanmark  



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Xq1WlTAyifw]