* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av stóru bingjuskipunum hjá Evergreen, Ever Glory.

Bingjureiðaríið, Evergreen, sum millum annað eigur stóra bingjuskipið, sum fór á land í Suezveitini herfyri, fær í juli mánað heimsins størsta bingjuskip. Talan er um nýbygningin, Ever Ace.

 

Ever Ace er fyrsta skipið í einari røð upp á 10 bingjuskip, sum Evergreen hevur bílagt á ávikavist Samsung Heavy-skipasmiðjuni í Suðurkorea, og hjá CSSC í Kina.

 

Nýggju bingjuskipini hava pláss fyri 23.992 teu, og tað er heimsmet. Verandi metið eigur HMM við skipum, sum hava pláss fyri 23.964 teu (tað eru 23.964 20 fóts-bingjur) – ella 28 teu færri enn nýggju risastóru bingjuskipini hjá Evergreen.

 

Síðan støddin á bingjuskipum fyrstu ferð fór upp 20.000 teu í 2017, er met sett hvørt einasta ár.

 

Kelda: Maritimedanmark