* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Evropeisk reiðarí sita á 40 prosentum av heimsflotanum

Ein nýggj kanning, sum Oxford Economics hevur gjørt fyri evropeiska skipsreiðarafelagið ECSA vísir, at evropeisk reiðarí í dag sita á 40 prosentum av heimsflotanum og veita eitt samlað beinleiðis ískoyti upp á 56 miljardir evrur til evropeiska GDPið (BTÚ).

Kanningin - The economic value of the EU shipping industry - ið eisini umfatar Norra, vísir, at norska og týska skipaferðslan eru størstu nominellu ískoytisveitararnir. Verður harafturímóti mált eftir partinum av GDPnum hjá teimum einstøku londunum, kemur Danmark inn á triðjaplássið við 5,6 prosentum, bert aftanfyri Norra við 6,8 prosentum og Grikkaland við 6,4 prosentum.

Tann 70 síður langa kanningin gevur tonnasjuskattingini avgerandi týdning fyri góðu úrslitini hjá skipaferðsluni. Uttan hana hevði GDP-ískoytið sambært kanningini bert verið helvtina so stórt.

Kelda: ECSA