* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Fleiri lond í Evropa stuðla Bretlandi í ætlanini at skipa eina flotadeild í økinum við Hormuzsundið at tryggja skipaferðsluna.

Evropisk lond stuðla bretsku ætlanunum í Hormuzsundinum

Danmark er millum evropisku londini, sum stuðla ætlanunum hjá Bretandi at stovna eina flotadeild í Hormuzsundinum at ansa eftir skipaferðsluni.

 

Danmark, Italia og Frakland skulu longu nú hava givið Bretlandi tilsøgn um at stuðla einari bretskari flotaætlan í Hormuzsundinum.

 

Tað skrivar Reuters-tíðindastovan.

 

Danska Uttanríkisráðið hevur ongar viðmerkingar um málið enn.

 

Tað er stríðið millum Bretland og Iran, sum er orsøkin til bretsku ætlanina um eina flotadeild í Hormuzsundinum. Bretska sjóverjan legði herfyri hald á eitt iranskt tangaskip, tí illgruni var um, at skipið fermdi ráolju til Sýria. Og tað er ímóti ES-ásetingum.

 

Síðani hevur Iran lagt hald á eitt bretskt tangaskip, og tað hevur gjørt spentu støðuna í økinum uppaftur spentari.

 

Kelda: Shippingwatch