* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

ExxonMobil: 70 pst. ikki klár til svávulkrøv

Ein kanning, sum ExxonMobil hevur gjørt, vísir, at mong reiðarí eru ivasom um, hvussu tey skulu lúka IMO-kravið um í mesta lagi 0,5 pst. svávulinnihald í 2020. 70 pst. av svararunum trúgva ikki, at ídnaðurin kann náa at lúka kravið innan evstamark.

Kanningin vísir eisini, at mong ivast í, hvussu útboðið av ymsu brennievnissløgunum fer at síggja út í 2020.

32 pst. av teimum spurdu spáa, at talan verður um eina samanseting av tungari bunkringarolju, marinudiesel og brennievnisblandingum, meðan 69 pst. halda, at svávulmarkið fer at bera í sær menning av nýggjum brennievnum, ið lúka kravið um í mesta lagi 0,5 pst. svávulinnihald.

“Í ExxonMobile halda vit, at nýggjar 0,5 pst. uppskriftir fara at koma fram, grundaðar á reinsaða olju við lágum svávulinnihaldi umframt nýggjar brennievnisblandingar. Sum eitt úrslit av hesum fara vit helst at síggja fleiri kompabilitets- og stabilitetstrupulleikar, sum ger innkeyp frá einum álítandi veitara týdningarmiklari enn nakrantíð fyrr," sigur Iain White, ið er global marine marketing manager í ExxonMobil.

Eisini ávirkanin hjá nýggja svávulmarkinum á prísin á brennievni verður tikin fram sum møgulig avbjóðing í kanningini, har 53 pst. av svararunum vænta hægri útreiðslur til brennievni.

Og hóast 45 pst. av teimum spurdu vænta øktar íløgur í skrubbarar, siga bert 11 pst., at teir miðvíst arbeiða við at íseta skrubbarar fyri 2020, meðan 40 pst. vísa á mangul á fíggjarligt gjøgnumskygni sum orsøk til, at teir útseta íløgurnar.

Kelda: Asia/Middle East Maritime Focus