* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar
























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fægst tap av skipsóhappum í tíggju ár

Ein uppgerð frá tryggingarfelagnum Allianz yvir óhapp á sjónum í 2016 vísir, at 85 stór skip í alheims høpi vórðu rakt av óhappum í fjør. Hetta var ein afturgongd upp á 16 prosent í mun til 2015 og lægsta talið í tíggju ár. Menniskjanslig mistøk og vánaligt viðlíkahald elvdu til tap upp á 1,6 miljardir dollarar.

”Manningarósketni og ov lítið viðlíkahald eru tvey øki, ið økja nógv um vandan fyri óhappum. Serliga um reiðaríini velja at fáa sær manningar við minni royndum og venjing ella velja at útseta viðlíkahaldsarbeiði longst møguligt til tess at spara pengar”, sigur Duncan Southcott, stjóri fyri havgransking hjá Allianz Global Corporate & Specialty.

Allianz ávarar um, at teldutrygdin á frálandsskipum ikki má falla í órøkt, hóast útbúgvingar- og viðlíkahaldsjáttanirnar eru undir trýsti. Mett verður, at 80 prosent av brotunum á teldutrygdina á frálandsøkinum stava frá mistøkum hjá meðarbeiðarunum. Tí er manningarútbúgvingin týdningarmikil á øllum stigum til tess at forða fyri hacking ella innbrotum í teldukervi.

Farmaskipini stóðu fyri umleið einum triðingi av tapunum í fjør. Teimum í hølunum komu fiskiskip, ferðamannaskip, ro-ro skip, sleipibátar og gasstangaskip. Skipbrot vóru størsta orsøkin til tap. Harnæst kom illveður. Eldsbrunar og spreingióhapp hækkaðu eitt sindur samanborið við árið fyri.

Allianz vísir á stóru framstigini, sum rávørutangaídnaðurin hevur gjørt seinastu árini. Bert 15 skip eru farin fyri skeyti seinastu 15 árini av óhappum, og onki yvirhøvur seinastu tvey árinir. 

Landafrøðiliga hendu flestu tapini í landsynningspartinum av Asia. Tey umfataðu 23 skip, umleið ein fjórðing av samlaða talinum. Miðjarðarhavið kom á øðrumplássi. Eystari partur av Miðjarðarhavsøkinum varðveiddi sítt fyrstapláss fyri øll sløg av óhappum, herundir maskinskaðum.

Kelda: Maritime Executive