
Í seinastu frágreiðingini hjá IMB sæst, at altjóða sjórænaravirksemið seinastu tíðina hevur verið tað lægsta í 30 ár.
Altjóða sjórænaravirksemið og vápnað álop eru upp á tað lægsta í 30 ár. Orsøkin er samskipaða arbeiðið at minka hóttanina móti sjófólki.
International Maritime Bureau (IMB) hevur júst almannakunngjørt frágreiðing sína fyri fyrra hálvár í 2022, og her sæst, at tað tók ímóti fægstu frágreiðingum um hendingar fyrra hálvár nakað ár síðan 1994.
Frágreiðingin vísir, at í alt varð boðað frá 58 hendingum fyrstu seks mánaðirnar í ár. Meðan gingið var upp á 55 skip og bátar, vísir IMB-frágreiðingin, at bara eitt skip var rænt.
- Hetta eru ikki bara góð tíðindi fyri sjófólk og farmaídnaðin, hetta eru eisini góð tíðindi fyri búskaparligu gongdina í heiminum, sigur Michael Howlett, stjóri í IMB.
- Men vandaøkini flyta seg, og farmaheimurin noyðist alla tíðina at vera á varðhaldi, sigur hann.
Kelda: The Maritime Executive