* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Færri skip enn vænta við skrubbarum

Ein nýggj uppgerð frá greiningarfyritøkuni, Refinitiv, metir, at bara 2.500 skip fara at hava skrubbarar, sum framvegis gera tað møguligt at nýta olju við høgum svávulinnihaldi eftir nýggjár, tá nýggju svávulreglurnar koma í gildi. Tað vera 1.500 skip færri enn IMO fyrr hevur roknað við.

Ein av grundunum til lægri tal av skipum við skrubbarum er sambært Refinitiv, at nógvir tangaskipaeigarar í seinastu løtu avlýstu at seta skrubbarar í fyri at lata skip teirra vera partur av gjaldsveitsluni, sum fyri nøkrum vikum síðani gjørdi um seg á marknaðinum orsakað av revsitiltøkunum, sum USA setti í verk móti fleiri tangaskipum hjá Cosco.

Aðrar grundir kunnu vera ótryggleikin kring prísmunin millum olju við lágum svávulinnihaldi og seinkingar á skipasmiðjum, sum í løtuni hava úr at gera við at seta skrubbarar í.

Sambært Refinitiv vil lækkaða talið á skipum, sum hava skrubbarar á nýggjárinum, merkja, at eftirspurningurin eftir olju við høgum svávulinnihaldi verður minni enn væntað.

Greiningarfyritøkan væntar kortini, at eftirspurningurin eftir bíligari oljuni við høgum svávulinnihaldi fer at vaksa aftur, so hvørt sum alt fleiri skip fáa skrubbarar settar í.

Kelda: Maritime Danmark/TradeWinds