* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Færri skip sukku í 2018

Nýggj hagtøl yvir tryggingarskaðar til sjós vísa, at talið av skipum, sum sukku og ikki vórðu bjargað, var helvtina minni í 2018 enn í 2017. Tað er tryggingarfelagið, Allianz, sum hevur gjørt hagtølini.

 

Talið av skipum, sum sukku í 2018, var 46. Í 2017 sukku 98 skip. Seinastu 10 árini eru 1.036 skip sokkin íalt.

 

Sambært tryggingarfelagnum eru fleiri grundir til fallið í talinum á soknum skipum. Veðrið er týdningarmesta frágreiðingin. Ódnirnar vóru færri í 2018 enn í 2017.

             

Ein onnur frágreiðing er nágreiniliga granskingin í skipasniðum, sum ger, at skrokkarnir verða betri og betri smíðaðir.

 

Verri við vanlukkum

Hagtøl eru eisini gjørd yvir vanlukkur á sjónum, og her stendur verri til. Í 2018 vóru 2.698 vanlukkur skrásettar á sjónum, og tað er bara eitt fall upp á 1 prosent í mun til 2017.

 

Flestu vanlukkurnar vórðu skrásettar í Svartahavinum og í Miðjarðarhavinum – eins og mong ár frammanundan.

 

Kelda: Maritime Danmark