* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Norskur útróðrarbátur.

Færri útróðrarmenn og størri bátar

Færri útróðrarmenn og færri útróðrarbátar vóru skrásettir í Noregi við endan av 2019 enn í 2018. Men fleiri kvinnur eru komnar í norskan útróður - og størri bátar.

 

Tað vísa hagtøl í norska Sjóvinnuráðnum.

 

Við endan á 2019 vóru 5.978 útróðrarbátar og 11.054 útróðrarmenn- og kvinnur skrásett í Noregi. Talið á útróðrarbátum er minkað við 0,7 prosentum, meðan talið á útróðrarfólkum er minkað við 1,5 prosentum samanborið við árið fyri.

 

Í 2000 vóru 14.264 fólk skrásett sum útróðrarfólk í Noregi.

 

Fleiri størri bátar

Talið á skrásettum útróðrarbátum er minkað úr 6.018 við endan av 2018 til 5.978 við endan á 2019.

 

Ein øking var í talinum av útróðrarbátum í støddini 28 metrar og størri uppá 6 prosent. Við endan á 2019 vóru 256 bátar skrásettir í hesari støddini. Eisini fiskifør í støddini 11-15 metrar og 21-28 metrar vóru fleiri í tali í 2019 enn í 2018. Men talið av fiskiførum í støddini undir 11 metrar og í støddini 15-21 metrar er minkað.

 

Eftir at talið av útróðrarmonnum er vaksið í nøkur ár, minkaði talið í 2019. Men talið á útróðrarkvinnum vaks við fýra, út 325 upp í 329 kvinnur.

 

Aldurssamansetingin av norskum útróðrarfólki hevur verið støðug í fleiri ár. Hagtølini vísa, at 20,6 prosent av norsku útróðrarfólkunum eru undir 30 ár, og 20,7 prosent eru 60 ár og eldri.

 

Kelda: Skipsrevyen