* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Hospitalsskipið, USNS Mercy.

Fáir sjúklingar á amerikonskum sjúkrahússkipi

Sjúkrahússkipið hjá amerikanska flotanum, USNS Mercy, er farið úr Los Angeles. Skipið hevur ligið í Los Angeles undir koronakreppuni, men fáir sjúklingar eru viðgjørdir umborð.

 

Umborð á USNS Mercy, sum kom til Los Angeles 27. mars, eru 1.000 seingjarpláss. Skipið kom til Los Angeles at viðgera sjúklingar, sum ikki høvdu covid-19, og sum tað møguliga ikki var pláss fyri á vanligu sjúkrahúsunum undir koronakreppuni.

 

Men bara 77 sjúklingar eru viðgjørdir umborð hesar sjey vikurnar, skipið hevur ligið í Los Angeles. Nú er skipið farið til San Diego, har tað hoyrir heima.

 

Eini 60 heilsufaklig starvsfólk á USNS Mercy vera kortini eftir í Los Angeles, har tey hjálpa øðrum heilsustarvsfólkum at viðgera covid-19-sjúklingar.

 

Systirskipið hjá Mercy, USNS Comfort, hevur ligið í New York, og har hava tey viðgjørt 182 sjúklingar, av teimum vóru 70 covid-19-sjúklingar.

 

Kelda: Maritimedanmark og gCaptain