* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fann heimsins elsta fløskupost

Týskarar umborð á seglbátinum «Paula» blakaðu fløskupostin í havið í 1886. Neyvan mundu teir rokna við, at tað skuldu ganga 132 ár, áðrenn boðini vórðu lisin.

Gátuføra ginfløskan varð funnin á Wedge Island, á vestursíðuni av Avstralia. Tonya Illman fann fløskuna í januar. Síðani hevur tað tikið nakað av tíð hjá serfrøðingum at fáa alt tíðarfest og góðkent.

Hon sigur við Guardian, at hon fyrst trúði, at talan var um burturkast, men helt, at fløskan kundi verða ein góður pyntilutur og tók hana upp.

– Seðilin var fuktigur og vit stúrdu fyri, at hann fór fyri skeytið. Tí løgdu vit hann á ein heitan ovn í nakrar minuttir, sigur hon á heimasíðu síni.

Á seðilinum, sum er dagfestur juni 1886, stendur, at finnarin verður biðin um at senda kortupplýsingarnar til nærmasta týska konsulátið ella havgranskingarstovnin í Hamburg.

Fleiri miðlar hava endurgivið Western Australian Museum fyri at siga, at fløskuposturin var partur av eini týskari roynd at læra meira um alheims havstreymar og nýggjar siglingarleiðir. Samanlagt skulu 662 fløskupostar vera funnir og sendir aftur til Týsklands við ymsum upplýsingum. Tann síðsti í 1932, áðrenn altso hesin.

Kelda: vg.no