* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Trond Arntzen i Meløy Fant colaflaske i torskemagen

Ein frítíðarfiskari í Norður-Noregi fekk óhepna toskin í gørnini. Hann ætlaði at blaka fiskin út aftur, men var so varugur við eina kúlu á búkinum.

-Vit gjørdu av at kryvja hann og vórðu stórliga ovfarnir av at síggja innihaldið í toskinum, greiðir hann NRK frá.

Ein samankroyst fløska kom út. Vit vistu ikki av, at tað var ein fløska, fyrrenn vit sóu fløskutoppin, sigur frítíðarfiskarin.

-Onkur spurdi, um hetta var ein aprílsøga, tá eg legði hetta út á Facebook, men tað var tað tíverri ikki.

Verður vanlig sjón

Toskaserfrøðingurin David Eidsvoll er ikki serliga bilsin, tá hann hoyrir um plastfløsku-toskin í Noður-Noregi.

-Toskur er sera glúpskur og slúkar alt, hann kemur í nánd av, so hetta verður ein vanlig sjón í framtíðini, sigur hann við NRK.

Ein kanning, sum er gjørd í Oslo, Bergen, Sørfjørðinum, Karihavinum, Lofoten og Varangerfjørðinum vísti, at trý prosent av toskinum framvið norsku strondini hevði plastik í maganum.

-Hetta er lutfalsliga lágt, men hongur helst saman við fólkatættleikanum og vavinum av plastikdálkingini. Tess longur norður vit koma, tess minni plastik renna vit okkum í. Men hóast prosentið her er lægri enn tildømis út fyri Onglandi og Fraklandi, hava vit fingið váttað, at eisini vit hava trupulleikar við plastikki í fiski, sigur hann.

Fann níggju sløg av plasti í toski

Granskararnir funnu níggju ymisk sløg av plasti í toskinum, og alt frá mikroplasti til makroplast.

-Vit sóu, at plastið, sum vit brúka mest av í gerandisdegnum, nevniliga PE, PP, PVC og polyester, eisini er tað, sum dálkar maritimu umhvørvini, upplýsir Eidsvoll.

Hvørja ávirkan plast hevur á toskin, varð ikki kannað í hesi kanningini.

- Men hetta eigur at verða gjørt í øðrum kanningum. Spurningurin er, um eitur frá plasti kann smitta fiskin, og síðani menniskju. Toskur er ein av okkara týdningarmestu búskaparligu fiskasløgum í Noregi, og hevur harumframt ein stóran leiklut í vistfrøðiskipanini í Barentshavinum, sigur David Eidsvoll.

Kelda: NRK