* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Fara undir bingjuflutning úr Kina til Evropa við toki

Suðurkoreanska reiðaríið Huyndai Merchant Marine ætlar at fara undir at flyta bingjur til Evropa við toki úr Kina, skrivar kinesiska vinnulívsblaðið Yicai Global.

Sambært blaðnum fer reiðaríið at savna saman last úr havnunum í Suðurkorea, sum síðani verður send víðari til landspartin Shangdong á eysturstrondini av Kina, og og víðari til Chengdu miðskeiðis í landinum.

Haðani skulu bingjurnar flytast til Kazakhstan og víðari til Póllands umvegis Transsibirsku jarnbreytina.

Styttri ferð - dýrari frakt

Sambært reiðarínum hava fleiri suðurkoreanskar fyritøkur sum Samsung, LG og Huyndai Glovis víst áhuga fyri loysnini. Orsøkin er, at tað fer at taka 18 – 23 dagar at senda góðsið við toki ímóti 40 døgum við skipi. Men, tað er tilsvarandi dýrari at brúka tok.

Í november byrjaði ein nýggj ruta fyri tok millum Kina og Finnland. Rutan gongur úr Xian, gjøgnum Kazakhstan og Russland til Finnlands. Sambært Yicai Global brúkar ein bingja millum tíggju og tólv dagar um ferðina.

Kelda: skipsrevyen.no