* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Nú skal lóg gerast um gongd í haga.

Farið verður undir at gera lóg um gongd í haga

Tað er avgerandi at skipa atgongdina til føroysku náttúruna, so at hon bæði virðir verandi virksemi og gevur møguleikar fyri at troyta nýggjar burðardyggar vinnu- og frítíðarmøguleikar. 

Tí fer landsstýrið nú undir at gera lóg um gongd í haga.

Frítíðarvirksemið í føroysku náttúruni veksur, nú alt fleiri føroyingar og útlendsk ferðafólk leita sær út um bøgarðarnar at uppliva náttúruna.

Verður tað økta  virksemið útint við virðing og skynsemi, er tað gott fyri trivnaðin hjá fólkinum, sum her býr. Tað kann somuleiðis betra um tilvitanina um náttúruna og tað siðbundna virksemið, sum føroyingar í øldir hava røkt og enn røkja í haganum. Harumframt letur tann vaksandi áhugin at uppliva náttúruna upp fyri nýggjum vinnumøguleikum, serliga á teimum støðum í landinum, sum treingja mest til tað.

“Náttúran er okkara dýrabarasta tilfeingi. Tí eiga vit at leggja nógv fyri at verja hana. Nú bæði føroyingar og vitjandi ferðafólk í stórum tali ferðast í náttúruni, er neyðugt við skipaðum viðurskiftum. Tí miðja vit eftir at finna eina javnvág millum rættin hjá fólki at ferðast í haganum og atlitini at verja náttúru-, djóra- og plantulív umframt búnaðarvirksemi”, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum.

Umboð úr Heilsu- og innlendismálaráðnum, Fiskimálaráðnum, Løgmansskrivstovuni og Uttanríkis- og vinnumálaráðnum fara at gera uppskotið til lóg um gongd, uppihald, fyrilit, gjøld o.a. í haga.

Tað verður Heilsu- og innlendismálaráðið, sum fer at varða av lóggávuni.

Kelda: Heilsu- og innlendismálaráðið