* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

DFDS hevði ein vøkstur í farmamongdunum upp á 19,5 prosent í juni samanborið við juni síðsta ár, tá farsóttin elvdi til stórt fall í vørustreyminum.

 

Samlaðu farmamongdirnar hjá DFDS vóru 19,5 prosent hægri í juni 2021 enn í juni 2020.

 

- Óvanligi mongdarvøksturin í juni 2021 samanborið við 2020 er at finna í nógv minkaðu mongdunum í 2020 sum avleiðing av niðurloking kring heimin av koronuávum, sigur reiðaríið.

 

Tað var serliga handilin í Miðjarðarhavinum, at vøksturin vaks í juni í ár.

 

- Samhandilin millum ES og Bretland var framvegis sterkur í juni, verður sagt.

 

Samlaða ferðafólkatalið í juni var 41,4 prosent lægri enn í 2020 sum avleiðing av strongum ferðaavmarkingum.

 

Kelda: Shippingwatch