* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Farmarisi keypir 800 milliónir litrar av grønum brennievni

Ein nýggjur sáttmáli um burðardygt flogbrennievni, SAF, tryggjar DHL Express 800 milliónir litrar av nógv eftirspurda brennievninum. Kortini er hetta bara ein sættapartur av málinum hjá fyritøkuni.

 

Tað skrivar Børsen.

 

DHL metir sjálvt, at sáttmálin, sum fyritøkan hevur gjørt við SAF, er ein tann størsta yvirhøvur í hesi vinnuni. Við avtaluni um 800.000 litrar saf tryggjar logistikkfelagið, at umleið 5 prosent av flogbrenninum hjá felagnum er burðardygt fram til 2030.

 

Enn er kortini langt, áðrenn rokkið verður til málið hjá DHL um 30 prosent burðardygt brennievni í flogførunum í 2030 – og um at røkka CO2-nevtraliteti í 2050.

 

- Hesin sáttmálin er eitt stórt fet á leiðini. Tveir triðingar av okkara útláti stava í dag frá flogfarmi, so tað er hetta økið, vit leggja serligan dent á í dag. Vit vænta at gera íløgur fyri 7 milliardir evrur í hetta økið áðrenn 2030, sigur Atli Einarsson, forstjóri í DHL Express, Danmark.

 

Kelda: Søfart/Børsen