* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sjórænarar lupu á Kota Budi uttanfyri Benin.

Farmaskip álopið uttanfyri Benin

Fimm av manningini vórðu rændir, tá vápnaðir sjórænarar lupu á farmaskipið, Kota Budi, 153 fjórðingar uttanfyri Benin. Álopið hendi sama dag sum níggju av manningini á Sendje Berge vóru rænd 30 fjórðingar í ein útsynning úr Bunny Island í grannalandinum, Nigeria.

 

Umborð á Kota Budi vóru 20 sjófólk, tá sjórænaraólopið fór fram, men bara fimm teirra vórðu burturflutt. Sagt verður, at restin av manningini hevur tað gott.

 

Rændu sjófólkini eru øll kinesiskir ríkisborgarar, og ein teirra er skiparin. Tað er Pacific International Lines, sum eigur skipið.

 

Kota Budi er 27.379 DWT, og er skrásett í Singapor.

 

Sambært trygdarfelagnum, Dryad Global, var hetta sjeynda álopið uttanfyri Benin í ár. Íalt er boðað frá 78 álopum uttanfyri Vesturafrika í ár, so talið av ránum liggur longu nú 26 prosent hægri enn talið av ránum alt árið í fjør.

 

Kelda: Maritimedanmark