* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Farmaskip bjargar 109 flóttafólkum

Farmaskipið, Celia, bjargaði týsdagin 109 flóttafólkum úr Libya.

Báturin við flóttafólkunum, var um at ganga burtur í vánaligum veðri 30 míl úr norðurafrikansku strondini.

Italienska sjóverjan hoyrdi neyðarkallið frá eini satelittelefon frá tí neyðstadda bátinum. Sjóverjan setti seg í samband við farmaskipið Celia sum var har nærhendis.

Celia fann bátin við flóttafólkunum 70 míl norðanfyri Tripoli, og tók tey 109 illa støddu fólkini umborð. Eftir bjargingina stevndi Celia móti Trapani á Sisiliu, har tað kom týsdagin.

Celia er 101 metur langt og 4.800 tons deyðvekt.  

Ásbjørn Jacobsen/antares.fo